Tónleikaverkstova í Tórshavn

munnur-og-nef

Tann 17. juli frá kl. 10.00 til 21.00, skipar Felagið Føroysk Tónaskøld, í samstarvi við S.L.Á.T.U.R, fyri tónleikaverkstovu í Reinsarínum, Perluni og Garasjunium at skriva og spæla tónleik, ið fellur uttanfyri siðbundnan tónleik.

”Graphic scores” og ”Animated scores” 

’Graphic scores’ ella ’graphic notation’ er ein háttur at skriva tónleik til ein tónleikara við at nýta tekin ið ikki eru at finna innan vanliga nótaskriving. ’Graphic notation’ byrjaði at vísa seg í 50’unum í takt við, at tónaskøld vildu fáa tónleikaframførslurnar og -framførarnar úr rammunum av siðbudnari nótaskriving. Seinastu árini hevur hettar útviklað seg til ’animated scores’ har ”nótablaðið” er ein filmur, ið tónaskaldið nýtir til at miðla hugskotini til tónleikarnar ið síðani skapa tónleik burtur úr tí. Av fyrstu tónaskøldunum ið nýttu ’graphic notation’ kunnu nevnast John Cage, Earle Brown og Cornelius Cardew. Seinni hava fleiri nýtt hendan hátt. Millum annað kunnu nevnast Aphex Twins, Brian Eno og Jonny Greenwood. 

Heimagjørd ljóðføri

Ein annar máti at skapa tónleik og ljóð, ið ikki vanliga eru at finna innan siðbudnan tónleik, er at gera nýggj ljóðføri. Gjørligt er at finna tilfarð, ið hevur ørvísi ljóð enn vanlig ljóðføri og eisini er gjørligt at viðgera hesi ljóðføri enn meira, við at nýta ymiskan elektronik, so sum sensorar og kontakt mikrofonir. Eins og við ’graphic notation’, so krevja heimagjørd ljóðføri eina aðra tilgongd til tónleik, enn ein kanska vanliga kennur til.

Hendan verkstovan er ætlað tónaskøldum og tónleikarum ið vilja læra meiri um hendan mátan at skriva og spæla tónleik. Verkstovan endar við einari framførslu ella framløgu, har høvi verður at fáa egin verk framførd og/ella at framføra verk um ein hevur hug til tess.

Tað eru Áki Ásgeirsson, Jesper Pedersen og Páll Ivan frá Eiðum, limir úr S.L.Á.T.U.R., ið fara at leiða verkstovuna. S.L.Á.T.U.R. er eitt samtak av íslendskum tónaskøldum og tónleikarum, ið fáast millum annað við eksperimenterandi tónleik, har tey nýta teir omanfyri nevndu hættirnar, umframt aðrar eisini.

Endamálið við hesari verkætlanini er, umframt at geva føroyskum tónleikarum og tónaskøldum høvi at læra meira um eksperimenterandi tónleik og mátar at skriva og framføra hann, at menna eitt samstarv framyvur við S.L.Á.T.U.R., har vit skipa fyri tiltøkum, har tey kunnu taka lut og skipa fyri tiltøkum, har føroyskir tónleikarar og tónaskøld kunnu taka lut.

https://www.reinsariid.fo/perlan/tonleikaverkstova/

http://www.composers.fo/summartonar.html